Syng við nótum er komin aftur

Ætlanin við Syng er at menna føroyska sangin hjá børnum, ungum og vaksnum. Hon er ein frískligur íblástur til sangin í skúla, heimi og frítið. Í Syng eru 456 sangir. Allir - uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir - eru á føroyskum máli. Allir sangirnir hava nótar og teir flestu eisini talsetingar. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, heilt nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna.

Krimisøgur

Krimisøgur hava ein stóran lesaraskara . Tær ofta myrku men spennandi søgurnar saman við realistiskum lýsingum av samfelag og fólki, gera sjangruna til ta best umtóktu yvirhøvur.

Metsølulistin

Tær best umtóktu bøkurnar beint nú. Vit hava metsølulista fyri føroyskar bøkur, barnabøkur, danska bøkur og enskar bøkur

Svørt Orkidé

Vónbjørt Vang hevur fingið Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsing fyri Yrkingasavnið Svørt Orkidé. Bókin Svørt Orkidé er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollagsjum eftir høvundan. Í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at lýsa ein son, sum stríðist. Vit ynskja Vónbjørt hjartaliga til lukku við hesum megnar heiðurinum.

Føroyskar barnabøkur

Vit hava eitt breitt úrval av føroyskum barnabókum.

Danskar bøkur

Vit hava eitt stórt úrval av donskum bókum. Um vit ikki eiga bøkurnar inni, kunnu vit altíð bíleggja tær heim. Vit fáa danskar og enskar bøkur heim í handilin hvørja viku.

Føroyskar bøkur

Finn tína næstu føroysku bók her.

Skrivstovulutir