"Einki fór eg at kvitta frá nøkrum. Eg fór burtur eina stund, og so fór eg at koma aftur. Og harumframt fór eg at skriva um alt. Bæði um steinin og túgvuna, sandin og ánna, goggukassarnar og teir pliandi skurarnar á flogi, enntá hømiliurnar komu at standa onkustaðni í mínum tjúkku bókum saman við nógvum, nógvum øðrum – eitt nú børkubóndanum við teimum frøknutu bløðunum, ið angaðu sum gentur, ið fara í dans. Og eg skuldi skriva so inniliga um allar lutir, at eisini onnur menniskju fóru at vera góð við teir, sum eg var sjálvur." (Brot úr bindi IV,178)