Tú upphavsins heimur
(E-bók)
-
Kápusnið:
Janus Á Húsagarði
-
Upprunaland:
Faroe Islands
-
Framleiðsla:
Sprotin
-
ISBN:
978-99918-76-03-0
-
Vøruslag:
E-bók
-
Bókabólkur/ar:
Skaldsøgur
Skaldsøgan TÚ UPPHAVSINS HEIMUR byrjar ófrættakent við søgnini um hvítravnin í Ravnagjógv, ið bæði eigur vísdóm og drápsmannalyndi. Hann var einaferð ungur maður, og hansara óndu gerðir høvdu við sær, at hann varð umskapaður og dømdur at liva í myrkrinum í Ravnagjógv í alla tíð. Líka síðani hevur hvítravnurin leitað eftir menniskjum at súgva sálina úr í vónini um at verða loystur úr gandinum. Skaldsøgan tekur eitt ódámligt evni upp, ið hevur sett sín óhugnaliga dám á heimssøguna í tjúgundu øld – fascismuna. Í skaldsøguni verður lýst, hvat menniskju eru før fyri at gera hvør ímóti øðrum undir trýsti, tá ið rembingar eru, sum í hesum føri, tá ið bygdin Leirun stendur fyri at flyta seg frá avbyrging inn í eina ótrygga broytiliga framtíð. Júst tá skifti eru, koma ravnarnir, og tá er vandi á ferð.