Símun hevur verið trúlovaður við Astrið, men hon ger tað liðugt, tí hon ivast í, um Símun er sannførdur trúgvandi. Hann hittir síðan Sáru, og tey giftast. Sára er lívsglað, kát og gæsut, og tað hóvar ikki tí tunga bygdarfólkinum.
Gunnar, ið
er gudsavnoktari, kemur heim úr útlondum og fær sær handil í bygdini. Hann
stendur sum umboð fyri eitthvørt nýtt, sum Símun heldur vera spillu. Oman á tað
tykist Gunnar at hava hug á Sáru. Sára heldur, at Gunnar umboða eitthvørt
kærkomið nýtt í bygdini.
Nógv ymisk
fólk mynda heimbygdina, men sjálv megintægrin í frásøguni er Símunar egna
stríð við seg sjálvan at vinna sær fótafesti í tilveruni og koma til sættis við
allan tvídrátt, ið er í honum.