Fyrsta bind av Føroya søgu. Í hesum bindinum, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hví og hvussu fóru hesir norðbúgvar brádliga at breiða seg út um lond, bæði kend og nýfunnin? Einar 250 myndir eru í bókini, nærum 100 í litum. Eisini eru kort, tekningar og ættartøl.