Í Fastatøkum hoyra vit meir um skipslívið, nú Høgni hevur slitið seg leysan frá heiminum í
Hórisvík og er farin til skips við „Rúðuni“. Her verður sjólívið lýst í góðum
og ringum løtum, í ódn og í logn, á fiskileið, á heimferð og heima millum
túrar.
Hetta lívið
mennir hin unga, og Høgni, sum í fyrru bókini skúgvar dreymin um gentu og heim
frá sær við orðunum: „Tað var bert vøkur lognbrá“, fær í seinnu bókini
fastatøkur á lívinum og kemur heimaftur til dreymagentuna og faðirs garð.