Skaldsøgan
er realistisk og sálarfrøðilig lýsing av føroyska sluppfiskimanninum. Hann, sum
legði alt fyri við smáum sluppum at koma tvørtur um hav at fiska tann fisk, ið
seinni varð útfluttur sum klippfiskur til Suðurevropa og sum helt náðiliga
føroyska búskapinum uppi eitt langt skeið, og sum gjørdi tað gjørligt hjá so
nógvum føroyingum at seta fót undir egið borð.
Martin
Joensen lýsir væl sjónarring, trúgv og pátrúgv, tráan og vón hjá hesum monnum
og ikki minst teirra mangan dýrgoldnu royndir.
Umframt sálarligu
lýsingina verður føroyska samfelagið væl lýst, og skaldsøgan er í mongum ein
sonn tíðarmynd av føroyska samfelagnum í 20- og 30árunum.
Við
sluppini Ørnini eru bondski skiparin, umvendi stýrimaðurin, sum kortini er
veikur fyri freistingum, bardagafúsi Sigmundur, tann happaði kokkurin, tann
líkasæli Ólavur, Hans Pauli, sum sum er um at forganga av longsli,
gudsavnoktarin Gunnar, Andrias, ið skavar alt inn undir seg, og so ivamaðurin
Símun.
Her eru
allir leikararnir á pallinum til ein góðan, áhugaverdan leik ella dyst við
nógvum spenningi.