Tilburðirnir í hesi skaldsøgu fara fram í tíð, sum liggur frammanundan trúbótini, og dámurin frá ógvusligum føroyskum sagnum er yvir henni. Hagamørk verða ásett og flutt við glíming partanna millum.
Knívurin er eisini á lofti í hesum bardaga, helst í loyndum. Havrekar koma úr Noregi til Føroya og verða verandi her. Men gamla føroyska bóndasamfelagið er ikki rummiskt við hesar menn. Bøndur, fullir av ognargirnd standa fyri teimum, og girndin gevur hvørki eftir fyri drápi ella skálkagerðum. Giftarmálsavtalur verða gjørdar fyri at halda ognirnar saman. Stríð tekur seg upp millum gott og ónt, sterkan vilja og veikleika, kærleika og hatur. Ógvisligir tilburðir og dráp standast av.