Jens Chr. Carlsson, Jørgin M. Á. við Úlvsá Bókin kemur nú út í nógv broyttari útgávu. Vitanin um søgu okkara er økt, og aðrar áskoðanir eru eisini á ymisk fyribrigdi í søguni. Hetta eru orsakir til, at ávísar broytingar og rættingar eru framdar. Summi evni eru tikin við, sum fyrra útgávan ikki viðgjørdi. Tað nýggja tilfarið og dagføringarnar hava Jens Chr. Carlsson og Jørgin M. Á. við Úlvsá skrivað. Kapitlið um mentanina hevur Gunnar Hoydal skrivað. Søgufrøðingar hava handfarið tekstin og gjørt fakligar ábøtur. Edward Fuglø hevur myndprýtt bókina, og hon er litfagurt og stásiligt verk, bæði fyri heim og skúla.