Donsk-føroysk orðabók
(Bók)
Hjalmar P. Petersen, Marius Staksberg
Bókin hevur støðið í Donsku- Føroysku orðabókini eftir Jóhannes av Skarði. Hon hevur 50 % fleiri leitiorð enn í 1977 útgávuni, og er dagførd við vanligum føroyskum orðum. Tað eru fleiri týðingar, og fleiri donsk dømi við týðingum. Í bókini eru eisini danskar og føroyskar rættskrivingarreglur við sterkt bendum og óregluligum donskum sagnorðum.