Grind og bátar
(Bók)
Erling Poulsen
Tá ið eg hugsi um teir gomlu bátarnar í Vági, er tað serliga eitt grindadráp, ið rennur fyri meg, og tað var í februar mánaði í 1936. Tá vóru allir hesir gomlu bátarnir drignir úr neystinum, og eg minnist, at eg var sera hugtikin av at síggja teir fara rógvandi út eftir fjørðinum.