Fólkateljingin 1801 skuldi fara fram 1.februar men er hon í flestum førum gjørd í august og september, og í Norðuroyggjunum kanska so seint sum í 1802. Heini hevur valt at varveita tað rættskriving og teir skrivimátar, sum prestarnir, sum skrivaðu fólkateljingslistarnar, hava brúkt, so stavivillur teirra eru eisini við.