50 MYNDPRÝDDAR BÍBLIUSØGUR fløga við 12 sangum og 12 telduspølum, Amy Tausen týddi Spennandi, slóðbrótandi útgáva til tey smáu: 50 kendar bíbliusøgur, sagdar fyri børnum. 12 av søgunum eru skrivaðar soleiðis, at tær bera upp á rím, sum sangir. Setur tú fløguna, ið fylgir við, í fløguspælaran, hoyrir tú m.o. Guðrun P. Háberg, Eivør Pálsdóttir, Regin Guttesen og Robert McBirnie syngja. Setur tú fløguna í telduna, eru har 12 telduspøl, sum tey smáu kunnu spæla, t.d. at fella Goliat við sleingibandi og bjarga lítla Mósesi undan krokodillunum.