Reytt, blátt og eitt sindur av gulum
(Bók)
Bjørn Sortland, Lars Elling
Birgir Kruse týddi úr nýnorskum.
Virðislønt myndabók um nakrar av heimsins kendastu listamonnunum og list teirra. M.a. Rembrandt, Munch, Mondrian, van Gogh, Picasso o.s.fr.
Søgan er í stuttum henda. 7 ára gamla Oda fer við farbróðrinum í stóra listaskálan, har hann arbeiðir. Hon skal bara tiga og ikki siga eitt kis, meðan farbróður skal greiða frá myndlist. Hetta er einki stuttligt, og so vil Oda brádliga so illa pissa. Hon fer nú at finna sær eitt vesi sjálv, men áðrenn hon veit av, kemur hon sær inn í ein annan heim, listaheim.