Fyrst í bókini er ein almennur partur, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum innskotum og syllum. Í bókini eru nógvar myndir. Littekningar greiða frá bygnaðinum, og fotomyndir sýna jarðfrøðiligu fyribrigdini ymsastaðni í Føroyum. Føroya jarðfrøði er forkunnug og hent bók hjá øllum, sum vilja hava nágreiniligari at vita, hvussu Føroyar eru jarðfrøðiliga bygdar og broyttar og brýndar.