Heimbygd mín Tvøroyri
(Bók)
Elin Mortensen
Høvundurin, Elin Mortensen, minnist aftur á barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein hin virknasta bygdin í Føroyum. Lesarin fær innlit í skúlagongd, barnadagar við gleði og sorg, og eisini alt tað nógva virksemið, sum var í bygdini. Størsti skipafloti í Føroyum sigldi út av Tvøroyrarfjørði, og har vóru blómandi handilsvirki, ið drógu til sín arbeiðsfólk og fiskimenn úr øllum Føroyum.
Í bókini eru nógvar fotomyndir, sum bæði stuðla undir tekstin og eisini vísa, hvussu nógv alt er broytt.
Elin hevur skrivað fleiri bøkur. M.a. bøkurnar Barn undir krígnum (BFL 1990), har greiðir hon frá, hvussu børn upplivdu kríggið, og Ljósini sloknað (BFL 1996), ein skaldsøga um tey, ið vóru ung undir krígnum.