Bygdarmenning
(Bók)
Andras Miðskarð
Unglingurin, Tórhallur, sum er høvuðspersónurin í skaldsøguni, er kristin. Skaldsøgan er eisini merkt av tí kristnitrúnni sum Tórhallur kennir seg bundnan at.
Men hjartamálið hjá Tórhalli er at fáa bjargað bygdini, Selnes. Bygdin, Selnes, eins og aðrar bygdir í útjaðaranum, er merkt av at missa sítt besta fólk. Fólkið flytur til stórbygdirnar vegna vantandi arbeiði.
Tórhallur, ið kennir seg at vera part av bygdini, metir hetta at vera eina skeiva gongd.
Tórhallur hevur tí við Guds hjálp sett sær fyri, at hann vil fáa vent hesi truplu og skeivu gongd. Sjálvur trýr hann uppá bygdarmenning. Tórhallur veit eisini, at politikarar nú í áratíggju hava tosað um bygdarmenning, men hesir politikarar hava onga trúgv upp á nakra bygdarmenning.
Tó eydnaðist Tórhalli at fáa vent hesi skeivu og truplu gongd, tí bygdarfólkið, útlendskir bankar, saman við øðrum trúgva nú upp á eina bygdarmenning. Hvat víðari hendir í skaldsøguni, má lesarin sjálvur við spenningi meta um.