Jakob Jakobsen - Jákup doktari - ella Jákup hjá bókbindaranum, sum havnarfólk róptu hann. Navn hansara stendur á permuni á "Sagnum og ævintýrum". Haðani munnu flest øll kenna hann. Men hvør var Jákup, og hvat fekst hann við? Hvussu var hann? Og hvussu var tíðin, hann livdi og virkaði í? Burtur úr brøvum hansara, sum ættarfólk lótu Landsbókasavninum í varðveitslu, rísur ein mynd av manninum og samtíð hansara. "ENDURSKIN" er ein roynd at blása lív í hesa mynd og fáa tíðina at livna.