Ensku rósurnar
(Bók)
Madonna
Hevur tú hoyrt um Ensku Rósurnar?
Tær eru ikki:
Karamellur
Eitt fótbóltslið
Urtagarðsblómur
Tær eru…
Soleiðis byrjar fyrsta barnabókin hjá Madonnu, Ensku Rósurnar. Hetta er ein søga um at verða grønur av øvund, um nívandi einsemi, um at rodna av skomm, um at gerast rasandi óður og um, hvussu tú finnur sannar vinir. Og um nøkur spildurnýggj dansifet…
Sum nevnt, er hetta fyrsta av fimm nýggjum myndabókum, sum Madonna hevur skrivað. Ensku Rósurnar sigur ungu lesarunum m.a. eina søgu um vinalag og um øvund, sum ger teg blindan. Børnini fara at kenna aftur sovorðið sum at sova heima hjá vinfólkum, fara útferð saman og sita og tosa um onnur. Og so er ein álva eisini uppi í leikinum...