Orli Froskaslúkur
(Bók)
Ole Lund Kirkegaard
Ringasti kúllurin her eitur Orli. Orli Froskaslúkur sigur onkur. Tað er tí, at hann einaferð hevur svølgt ein livandi frosk, siga tey. Men tað man vera lygn, tí eingi fólk eru, sum tora at eta ein frosk, meðan hann er livandi. Orli er klænur og langur og bleikur í andlitinum. Kanska er tað av tí, at hann hevur etið handan froskin.
Men tað ringasta við honum er ikki tað hvíta, bleika høvdið. Nei. Tað ringasta við hon eru tey smáu, gulu eyguni, og teir longu, klønu fingrarnir. Við teimum fingrunum gongur hann og roytir doddar úr hárinum á okkum. Hann togar okkum eisini í oyruni og stingur okkum í eyguni, og einaferð misti Jákup eina framtonn av honum.