Í tvey ár rýmir
hon undan sorgini, sýnist røsk og díkir seg undir í arbeiði. Men ein órein viðmerking
ger, at alt skramblar saman.
Hon flýggjar til summarhúsið á Marstrand, sum familja hennara hevur átt í fleiri ættarlið. Har vónar hon at fáa frið at finna aftur á rættkjøl.
Av tilvild finnur hon eina gamla eskju. Hon er full av pappíri, útklippum úr tíðindabløðum og niðast á botni eitt bræv, stemplað í Mombasa, Kenya, 1916. Inga gerst forvitin, serliga av nøkrum løgnum setningum, sum brævið endar við. Tað er, sum vaknar hon úr dvala; hon fer eldhugað undir at leita eftir einari frágreiðing – og ímeðan kann hon gloyma ta støðu, hon sjálv er í. Rannsakanin førir hana aftur í tíðina, gjøgnum søguna hjá ættini, til eina avgerandi hending í skugganum av fyrra veraldarbardaga. Og Inga skilur, at lagnan hjá ommuni í faðirætt hevur ávirkað hennara egna lív meira, enn hon nakrantíð kundi havt varhuga av.

Altíð hjá
tær er ein víðtøkin skaldsøga um minni, ið valda á nútíðini, um at sætta seg við
tað, sum var. Við sínum persónliga og livandi máli hevur Maria Ernestam skrivað
eina hugtakandi frásøgn, sum ikki aftrar seg fyri at taka upp stórar
spurningar, so sum sorg og missir, vinalag og sterkan kærleika.