3. upplag av hesi hentu handbókini. Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir. Ein listi er við rættskrivingarreglum og ein, ið sýnir, hvussu føroysk fólkanøvn bendast.