Hetta er sjórænarasøgan, ið ber av øllum. Hetta er klassikari, ið fleiri ættarlið hava lisið, síðan bókin varð givin út á fyrsta sinni í 1883. Søgugongdin byggir á eitt kort, ið ungi Jim Hawkins í serligum umstøðum fær hendur á. Kortið er av eini oyggj, har ein skattur er grivin niður. Fleiri vilja hava fatur á skattinum. Ikki bara skiparin, góðseigarin og læknin ið skipa ferð til Skattoynna við skipinum Hipaniola, men eisini einbeinti kokkurin, Long John Silver, og hansara harkalið.