Heildarsavnið, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians, er umleið 400 blaðsíður. Í bókini er yvirlit, ið vísir, nær hvør einasta yrking er yrkt, og somuleiðis eru broytingarnar, ið hava verið frá fyrstu til endaligu útgávu, skrásettar. Anne-Kari Skarðhamar úr Oslo, sum vardi doktararitgerð um skaldskap Christians í 2001, hevur í savninum eftirskrift um yrkingarnar og týðingarnar umframt hugleiðingar um skaldið.