Mál í mæti
(Bók)
Jóhan Hendrik W. Poulsen
Í bókini eru greinar, sum Jóhan Hendrik hevur skrivað í eitt fjøruti ára tíðarskeið. Í fyrra parti av bókini eru greinar, sum áður hava staðið á prenti í føroyskum ella útlendskum bókum og tíðarritum. Í seinna partinum eru viðgerðir av einstøkum orðum og annað tilfar, sum ikki áður hevur verið almannakunngjørt. Síðst í hesum parti er eisini savn av nýggjyrðum, sum Jóhan Henrik er upphavsmaður at.