Meðan sólin í eystri roðar
(Bók)
Jóannes Kjølbro
Ein føroyskur oljuverkfrøðingur verður sendur sum umboðsmaðurin fyri eitt altjóða oljufelag. Hann skal finna út av hví tey ikki fingu nakað leitingarloyvi, tá seinasta útbjóðingarumfar var fyri. Skjótt er hann mitt í einum melduri av hendingum, har familja, samkoman, fullveldi og almenna umsitingin eru leikarar. Tá ein breti, ið hevur samband við oljuvinnuna í Føroyum, verður myrdur, gerst greitt, at duldar kreftir standa aftanfyri...