Hvat hugsar tú, ið tú fært staðfest krabbamein? Hvussu kennist tað at missa foreldur ella maka av krabbameini? Hvussu kemur tú ígjøgnum sjúkuna? Hvussu kemur tú tvørtur um missin? Hvussu finnur tú lívstráðin? 20 føroyingar siga frá, hvussu tað er at liva við krabbameini, hvussu tað kennist at gerast frísk ella frískur av krabbameini, og hvussu tað kennist at sættast við, at krabbamein verður ein partur av lívinum. 20 fjølbroyttir, inniligir og sannførandi tekstir, ið á hvør sín hátt leiða lesaran gjøgnum ótta, vón og gleði. 20 lívsjáttandi tekstir um lívshóttandi sjúkuna krabbamein. Bókin er ikki bert ein góð hjálp og stuðul hjá tær, sum fær staðfest krabbamein, ella hjá tær, sum missir ein av tínum næstu av krabbameini, men hjá okkum øllum.