Hon er um ein lítlan drong, sum fær tillutaða eina stóra uppgávu. Tað er at fara við heimsins vakrasta hálsprýði til drotningina. Á vegnum er hann fyri nógvum vandum, men hann megnar alla tíðina at hava vónina; hann hevur orðini hjá lærumeistara sínum í huganum: Alt, sum er okkum givið í lívinum, hevur onkra meining. Madonna vil í hesari bókini bera ein boðskap til serliga unga ættarliðið um at vera bjartskygd, hóast líkindini eru ímóti.
Myndirnar í bókini hava hjúnini Olga Dugina og Andrej Dugin úr Russlandi gjørt. Tey eru viðurkend listafólk og hava m.a. eisini arbeitt við filminum Harry Potter og fangin úr Azkeban. Tey eru bæði úr Moskva, hava listarliga útbúgving og hittust á Krasnapenskaya Listaskúla. Hon var lesandi og hann lærari hennara. Tey giftust 1984. Nú búgva tey í Týsklandi.