Jens Pauli Heinesen hevur um dagarnar givið út skaldsøguna »Hvør var Nimrod?« Hetta er søga, sum fer fram í Havnini, har tað verður lagt mitt í vaðið við einum ferðsluóhappi á Vaglinum, har ein ung kvinna doyr. Eygleiðarar eru ymsir á máli um, hvør ið hevði skyldina av óhappinum og fara hálvavegna til hendurs. Ein, sum roynir at halda seg uttanveltaðan, er dramatikari og at kalla skaldsøguna á tamb, er hann kjarnin og høvuðseygleiðari. Hann er á bókmentafundum í Helsingfors og Reykjavík og sær, hvat spæl har fer fram, bæði á tí bókmentaliga og erotiska økinum. Og hann fylgir við í tí, sum fer fram í ølklubbunum og á Kondittarínum.
Kærleikin er sum ikki einaferð kjarnin í skrivingini hjá rithøvundanum. Tað eru tær duldarfullu leiðirnar hjá ástarhuganum, hvussu hann festir seg á fólk, sum eingin hevði gitt, at hvørki maður ella kvinna høvdu fallið fyri. Kærleikin fylgir sínum egnu reglum, sum ofta fara út um samfelagsins vanligu girðingar.