Í aðru bók er Kristin nívd av iðran um
syndir sínar og óttast fyri sínum ófødda barni, tí tað er gitið undir so
syndafullum umstøðum.
Hon letur halgidóminum gylta kransin, hon av órættum
bar, eftir at hon hevði latið seg verið tølda.
Hjúnalagið við Erlend gongur ikki júst, sum
hon droymdi um. Garðurin hevur verið illa røktur og má fáast á føtur aftur, og
sum árini ganga fjølgast børnini um hana.
Erlendur tekur á seg starv at halda russar
og aðrar burtur frá norskum landsumráði norðanfyri.
Politisku viðurskiftini eru fløkt, og illveðurskýggj
taka seg upp í sjónaringinum. Erlendur veit, at tað á ongan hátt ber honum til
at skáka sær undan veruleikanum. Men hansara skeivu avgerðir fáa lagnukvidnar
avleiðingar fyri hann og hansara húski.