Oyndarfjørður er gomulbygd, men hon er ikki nevnd í Føroyingasøgu. Bygdiríð hava mannsnavn, vera hildnar at vera landnámsbygdir, og kønir menn hava hildið, at navnið upprunaliga var Oyvindarfjørður. Vit síggja einki til henda navnframa bónda í skrivligum skjølum, men hann kemur fyri nakrar ferðir í sagnunum.