Bókin er ætlað sum ein hent bók hjá teimum, sum vilja vita meira um tey einstøku dýrini og tær einstøku planturnar í Føroyum. Greitt verður frá, hvussu dýr og plantur liva, og hvar tey eru. Størri dentur verður lagdur á at lýsa tey einstøku dýrini og planturnar, heldur enn vistfrøðina.
Náttúrusøga. Dýr og plantur er ein ískoytisbók at taka til hjá lærarum og næmingum, sum sjálvir skulu finna sær tilfar fram. Bókin hevur eitt greitt og væl skipað innihaldsyvirlit, og aftast er eitt drúgt leitorðayvirlit. Ongar myndir eru tó í bókini.