Johan Bojer skrivar um lofotfiskiskapin, sum hann fór fram, tá
hann var ungur, og áðrenn motorarnir komu. Hann lýsir korini hjá hesum
fiskimonnum so stórbært, at frásøgn hansara fer at verða standandi ímillum tað
allarbesta í norskum bókmentum.
Hann dugir at siga frá, so tú fært varhugan av aldarinnar suði
í hesum seglum og fert at skilja, hvat henda mikla norðlandsstevna hevði at
týða fyri tey túsundtals heimini, ið livdu av hesum fiskiskapi.
Her eru menn, sum eru stældir av harðbalnum lívi. Hetta eru
víkingar. Einki vesælt ella ússaligt er við hesum lívi, tí hóast alt stríggið
strev hevur tað ein farra av havsins stórleika og veldi yvir sær.