Sjálvan jólaaftan kemur tann fína Åkerø familjan til gamla gistingarhúsið í Válavík. Við sær hava tey ein kinverskan súreplamops, sum er teirra virðismiklasti dýrgripur. Starvsfólkini fyrireika eitt stórt jólaborðhald, men skjótt byrja trupulleikarnir... og Lassi og Maia verða aftur blandað uppí eitt trupult mál. Ein spennandi og lættlisin detektivsøga við stuttligum myndum.