Vælferðin kom út í 1917. Søgan byrjar við,
at Ísak miðvíst leitar sær
inn í skógin. Hann leitar sær eftir einum
teigi, har hann kann fara undir at
velta upp úr nýggjum. Hann gongur í dagar
og finnur sær síðan eitt
pláss. Hann fer beint undir at byggja sær
eitt skýli til sín og tann fenað,
hann hevur við sær.
Hann er eitt arbeiðsgrev, men saknar at
hava onkran hjá sær at taka sær
av húsunum og tí heimliga. So kemur Inger.
Og tað er eydnan, tí nú kann
hann savna alla sína orku og megi til at
rudda bøin og velta jørðina.
Árini ganga, og tey bæði úti í óbygdum verða
rættiliga væl fyri. Eiga
bæði hús, jørð og fæ. Inger eigur tveir
tvær væl skaptar dreingir og síðan
eina gentu, sum hevur haruskarð. Júst som
hon. Hon vil ikki dóttrini so
ilt, at hon skal liva við hesum breki eins
og mamman, so hon ger av við
hana. Men tosið gongur, og brotsgerðin
kemur fram í ljós, og Inger
verður sett í geglið.
Ísak heldur á at strevast og heldur øllum
saman, til konan kemur
heimaftur. Hon kemur aftur, men er nógv
broytt.