Bókin er savn av søgum og hugleiðingum. Her verður gjørt gjøldur við smakkdómararunum, sum bara vilja hava, at føroyskur skaldskapur skal vera upp á ein máta. Men eisini hugleiðingar um, hvussu nógv ein bensinstøð við bilvaski kann órógva grannarnar, hvussu allur lívshugur hvørvur, tá ið tú fært fepur og um Havnar bý, hvussu vakur hann er – og kundi verið. Teir mongu stubbarnir eru allir merktir av Oddvørs lætta stíli, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá.