ORÐ OG ORÐAÐ skjýtur upp, hvussu bøtt kann verða um ússaligar orðingar, sum ofta eru at síggja á prenti og ofta eru at hoyra. Brúka vit orðið ”ynskja” rætt? Hvørji orð skúgvar ”luttaka” burtur? Hvat er galið við samansetingum við ”av”? Nær brúka vit orðið ”byrja” skeivt? Verður orðið ”framleiðsla” rætt brúkt? ”Kende til” eitur tað ”kenna til” á føroyskum? Ber til at ”fremja álop” á føroyskum? Er ”orsakað av” góð føroysk orðing? Eitur tað ”atsókn móti”? Slíkir spurningar verða viðgjørdir í hesi bókini við dømum úr fjølmiðlamáli.