”Eg hevði ikki meir enn vent mær og var farin at ganga inn aftur í stovuna, tá ið eg aftur hoyrdi brakið aftan fyri meg. Í slowmotion vendi eg mær við, og har mitt á gólvinum lá glasið í smæsta smildri. Hárini reistust á mær. Eg fekk ikki andað. Í nøkur sekund fekk eg ikki rørt meg. Tankarnir mólu runt í høvdinum. Hvat skuldi eg gera?” Av teimum trý og tretivu søgunum, sum vóru latnar inn til stuttsøgukappingina, sum BFL hevur skipað fyri vóru fleiri væl skrivaðar søgur, sum vóru betur egnaðar til eldri lesarar. So gjørt var av at lata eitt savn út við nýskrivaðum spøkilsissøgum fyri ung.