Hetta er savn við fimtan óhugnaliga spennandi spøkilsissøgum úr øllum Norðurlondum. Savnið er ætlað 9 – 12 ára gomlum børnum og er eindømi av sínum slag, av tí at hetta man vera fyrstu ferð, at øll átta málini í Norðurlondum eru umboðað. Hugskotið til savnið kom á bókamessu í Bologna í 2004, har norðurlendsk bókaforløg gjørdu av at fara undir eina verkætlan, sum skuldi enda við eini bók við nýskrivaðum spøkilsissøgum. Í Føroyum varð kapping um at skriva spøkilsissøgu, sum kundi umboða Føroyar í savninum. Trý og tretivu søgur komu inn, og tvær teirra vóru valdar út til savnið, Spøkilsið sum flenti. Tað eru søgurnar Ver ikki bangin hjá Sámal Kristian Jacobsen og Óvitar hjá Sólrún Michelsen. Í savninum eru fimtan søgur, øll londini eru umboðað við tveimum søgum hvørt, uttan Grønland, sum hevur eina søgu. Til allar søgurnar hava teknarar úr ymsu norðurlondunum gjørt myndprýðingar. Myndprýðingarnar til tær føroysku søgurnar hevur Edward Fuglø gjørt. Bókin er eitt valaverk, innbundin og í litum, permumyndina til føroysku útgávuna hevur Salla Savolainen gjørt.