Pestin er skaldsøga frá 1947.
Camus verður oftast nevndur hin dapri eksistential-isturin, men við
Pestini vísir hann eina menniskjaliga tilverustevnu, sum hevur trúnna á tað
besta í tí einstaka menniskjanum.
Skaldsøgan fekk íblástur úr einari kolerafarsótt, sum gjørdi av við stóran
part av íbúgvunum í algirska havnarbýnum Oran í 1849, eftir at franska
heimsveldið hevði tikið valdið á Algier.
Í fyrstuni vórðu tað bara rottur, ið doyðu. Men býurin endaði í
fullkomnari avbyrging, sum gjørdi íbúgvarnar frá sær sjálvum av longsli eftir
frælsi.
Ein lækni á staðnum berjist manniliga fyri lívunum hjá íbúgvunum. Fleiri
onnur taka undir og fara at hjálpa honum við arbeiðnum og royna at skapa
lívsdygd undir ringastu hugsandi korum ella at skipa fyri virðiligum deyða.
Pestin er um, hvørja ávirkan tað hevur á menniskju, ið liva í einum deyðadømdum
býi.