Ein áhugaverd bók fyri seyðamenn, bóndur, fjallfólk og annars fyri øll, ið hava við seyð at gera. Í Bókini er frágreiðing um hvønn lit sær og um hvussu seyðalitir arvast við litílegum (litgenir) og 307 ymiskar myndir av seyði við frágreiðing um litheitið undir hvørjari mynd. Listi yvir øll litheiti ymsastaðni frá í landinum, umframt samanlíkning av litheitunum í Ìslandi, Noreg og Shetlandi eru eisini at finna í bókini.