Náttin í Lissabon er um ein mann, sum saman við konu sínari er flýddur úr Týsklandi, og sum eins og túsundtals onnur flóttafólk er endaður í Lissabon, sum er einasta og seinasta vónin um at bjarga lívinum við at sleppa umborð á eitt skip til Amerika. Eitt myrkt kvøld stendur hann á eini kei og starir at einum skipi, ið skal fara dagin eftir. Hann hevur hvørki pening ella innferðarloyvi, men við eitt kemur ein fremmandur og bjóðar honum tveir ferðaseðlar, men við einari treyt. Hin fremmandi vil ikki vera einsamallur hesa náttina. Hann vil sleppa at siga søgu sína fyri onkrum – søguna, sum byrjar, tá konan og hann flýggja úr Osnabrück í 1933, og endar hetta kvøldið í Lissabon.