Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu gevur ein fyrrverandi løgmaður nú út sínar endurminningar Endurminningarnar hjá Jógvani Sundstein hava fingið heitið ”Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð” Fyrrverandi løgmaðurin leggur áherðslu á, at hann hevur roynt at siga sína søgu so erliga, sum til ber. Tí hugsaði hann heldur ongantíð um at fáa onkran annan at skriva sína ævisøgu, sum annars er rættiliga vanligt, tá tað ræður um bøkur um politikarar. - Politiski parturin av bókini byggir á mínar egnu tankar, meðan eg stóð beint í hendingunum. Eisini havi eg roynt at reflektera eitt sindur aftaná um tað, sum fór fram. Í báðum førum er hetta fyrst og fremst mín útgáva av tí, sum hendi, sigur Jógvan Sundstein. Fyri Zakaris Wang, stjórnmálafrøðing og stjóra á forlagnum Stiðin, ið gevur bókina út, er tað eisini hetta, ið ger bókina hjá Jógvani Sundstein til eitt eindømi í føroyskari bókasøgu. - Persónliga søgan hjá politikararnum manglar stórt sæð fullkomiliga í føroyskari søguskriving, tí søgufrøðingar lítið annað hava havt at hildi seg til, enn talur og skjøl, sigur Zakaris Wang. Hann leggur afturat, at tað sjálvsagt er uppgávan hjá søgufrøðingum at viðgera slíkar endurminningar kritiskt, eins og allar aðrar keldur, men uttan slíkar persónligar frásagnir missir søguskrivingin týðandi partar.