Sigfríður Joensen hevur frá barnsbeini verið áhugaður i søgum og tí, ið sagt varð frá. Tá ið Gøtu Fornminnisfelag varð stovnaðí 1969, kom hann at vera nógv har og sat í nevndini í umleið 15 ár, tul hann fór til Danmarkar í 1994. Í nevnda tíðarskeiði varð tikið ímóti nógvum gestum í Blásastovu, og hann vann sær í tí sambandi nógva vitan um Gøtu. Í 1984 fór hann at skriva siðsøguligar greinar um Gøtu og fólk í Gøtu. Hesar greinar hevur Sigfríður nú savnað í bók.