Føroyskar Søgur
(DVD)
Upplivingar úr gerandisdegnum
Føroyskar Søgur; upplivingar úr gerðandisdegnum
Longu á permuni sansar tú stemningin. Myndin er av Kongabrúnni og sigur fleiri søgur. Har er konan sum keypir fisk. Fólk sum eru komin við mjólkabátinum og smádreingir sum spæla ella royna at fanga murtar, og mitt í myndini trónar pisshúsið.
Tann stóra fólksliga filmsverkætlanin sum skal lýsa seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandisupplivingar hjá bæði høgum og lágum er nú liðug. Heitt hevur verið á øll um at fara í skuffur, upp á loftið og út undir væðingina at leita eftir gomlum, søguligum filmsupptøkum, ið kunnu vera við til at varpa ljós á søguna hjá okkum øllum seinastu 100 árini. Verkætlanin var sett í verk í samstarvi millum Substanz Nordisk Film og Eik
Á DVD-fløguni eru allar hugsandi hendingar. Talan er um kongavitjanir, kappróður á Ólavsøku, stórhvalaveiða, grindadráp og mangt annað, ið føroyingar hava tikið upp. Føroyskar Søgur eru samansettar av upprunaupptøkum. Søgulig ljóðbrot eru at hoyra saman við livandi myndunum, eins og upplestur av tekstum úr samtíðini krydda og undirbyggja filmsupplivilsið.
- Tað heilt serliga við Føroyskum Søgum er, at hetta eru søgur frá føroyingum um føroyingar. Hetta eru upplivingar – bæði gerandis og til høgtíð. Júst hetta hevur gjørt verkætlanina fólksliga.
Filmurin, sum er samansettur av 12 sjálvstøðugum filmspørtum, er í einari føroyskari og einari danskari útgávu.