Søgan fer fram í landinum Mosambik og er nnur bókin í røðini um eldin. Fyrra, Eldsins loyndarmál, kom út í vár. Bøkurnar eru grundaðar á veruligar hendingar hjá gentuni Sofíu. Í fyrru bókini stríddist hon at koma fyri seg aftur, eftir at hava stigið á eina minu og mist yngru systur sína. Í hesari er onnur systir, Rósa, komin aftur úr Suðurafrika, og hon er álvarsliga sjúk. Sofía roynir at skilja, hvat er áfatt, men hon skilir ikki reiðiliga, bara hetta, at eldurin roynir at siga frá einari stórari vanlukku.