Símunarbók
(Bók)
Caroline Paulsen, Helgi D. Michelsen
Í Símunarbók eru savnaðar 20 greinar, skrivaðar av føroyskum, norðurlendskum og bretskum høvundum um ymisk fornfrøðilig og søgulig viðurskifti í Føroyum og grannalondunum í víkingaøld og miðøld.
Greinarnar snúgva seg m.a. um matframleiðslu, húsabygging, kirkjur, lýsiframleiðslu, turrfiskaframleiðslu, lógarviðurskifti, sambond millum lond og mangt annað. Eisini verður sagt frá Orminum Langa, fornfrøðiligum útgrevstrum í Vestmanna og í Reynagarði í Havn.