Reyði Bilurin
(Book)
Knud Hermansen
Reyði bilurin er um Levi, Rasmus og Miu. Tey hava ein bil, sum øll vilja koyra. Men hvørki Levi ella Rasmus hava tíð at mála bilin ella keypa máling. So Mia sleppur at gera av, hvør sleppur at koyra ... Knud Hermansen hevur skrivað bókina Reyði bilurin. Knud Hermansen er danskur rithøvundur og lærari, føddur í 1920. Hann hevur skrivað ein hóp av lærubókum til fólkaskúlan. Nógv kenna t.d. tær donsku lesibøkurnar Søren og Mette, men eisini søguna um Palo í Grønlandi, sum kom út á donskum í 1947. Bókin er vælegnað sum framíhjálesnaður í 2. flokki.