Vælumtókta kateringkvinnan Oddvør Skarðhamar, ið er kend fyri at gera góðan og spennandi mat til veitslur, móttøkur og blaðið Kvinnu, hevur latið sína fyrstu kókibók úr hondum. Í bókini eru uppskriftir til dessertir, køkur og onnur bakisløg. Í bókini eru 80 uppskriftir. Har eru ymisk sløg av muffins, sum síðstu árini er vorðið alsamt meira vanligt á føroysku kakuborðunum. Eisini er hópin av smákøkum, formakøkum, skuffukøkum og tertum - umframt bollar, vaflur, pannukøkur, rómakøkur og ísar í bókini. Sum nakað heilt serligt við eini føroyskari matbók, eru allar uppskriftirnar bæði á føroyskum og á donskum. Soleiðis kunnu danskttalandi lesarar eisini fáa íblástur í hesi bókini. Myndamaðurin Benjamin Rasmussen hevur tikið allar tær mongu vøkru myndirnar.