Bókin um teg er bók, ið foreldur kunnu skriva ymiskt um barn sítt, frá tí tað er í móðurlívi, til tað er tannáringur. Upplýsingar og upplivingar og hendingar, barnið hevur verið fyri; ættartalvu, hvussu barnið mennist og so framvegis. Til ber eisini at seta myndir inn. Bókin er prýdd við naturalistiskum tekningum og við við tekningum úr klassiksum ævintýrum, ið vit øll kenna.